Trump: Gasa skal vera riviera við marglætisbústøðum

Trump: Gasa skal vera riviera við marglætisbústøðum
Ísraelski forsætisráðharrin hevur verið á vitjan hjá amerikanska forsetanum
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og Donald Trump, forseti, á tíðindafundi í nátt.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.02.2025 - 08:06

USA skal eiga Gasa, sum skal gerast til eina rivieru í Miðeystri.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á tíðindafundi í nátt okkara tíð í sambandi við, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur verið á vitjan í Washington.

- USA fer at yvirtaka Gasageiran. Og vit fara eisini eitt leggja arbeiði í tað. Vit skulu eiga tað, segði Donald Trump, og stutt eftiri hugleiddi hann um, at Gasa kann gerast eitt slag av rivieru í Miðeystri við frítíðarhúsum og marglætisbústøðum.

Benjamin Netanyahu sá eitt sindur bilsin út, men segði hugskotið hjá Trump vera "áhugavert".

Hamas hevur ikki tikið væl ímóti útsøgnini hjá Trump og brúkar orð sum "láturligt" og "absurd" um ætlanina hjá amerikanska forsetanum. Ein talsmaður hjá Hamas sigur við Reuters, at slík tala kann skapa øsing í økinum.

Ísrael og Hamas eru í hesum døgum í ferð við at samráðast um at seta annað stigið av vápnahvíldini í Gasa í gildi. 

 

Tikin á bóli

Tíðindafólk vórðu tikin á bóli av útmeldingini hjá Trump, sum ikki kom úr leysum lofti, tí hann las boðini upp úr einum pappíri, og tað sást, at hann hevði fyrireikað seg til at siga hetta.

Tí vóru nógvir spurningar á tíðindafundinum: Merkir tað, at amerikanskar herdeildir skulu til Gasa, og hvørja altjóða lóg skal ein slík yvirtøka grundast á.

Svarini vóru ikki serliga nágreinilig, men Donald Trump legði dent á, at hetta skal gerast í samstarvi við rík lond í økinum. Við hesum sipaði forsetin helst til, at lond sum Saudiarabia, Katar og Emiratini skulu gjalda fyri at byggja Gasa uppaftur.

Trump segði, at øll, sum hann hevði tosað við, dáma væl hetta hugskotið. Hann segði tó onki um, hvønn hann hevði tosað við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558