Bakkafrost minni avlop síðsta ársfjórðing í fjør

Bakkafrost minni avlop síðsta ársfjórðing í fjør
Laksamarknaðurin er merktur av størri útboði, sum trýstir laksaprísin niður. Hinvegin setti Havsbrún met í fóðursølu
Í fjórða ársfjórðingi í fjør var prísurin lægri enn væntað, og tað hevði neiliga ávirkan á úrslitið hjá Bakkafrosti.
 
17.02.2025 - 08:15

Bakkafrost-samtakið hevði 280 mió. kr. í avlopi fjórða ársfjórðing í fjør.

Tað var 356 mió. kr. fjórða ársfjórðing í 2023.

Tøkan í Føroyum var 16.638 tons og 3.840 tons í Skotlandi, nakað meira í Føroyum enn í 2023, og minni í Skotlandi.

Laksamarknaðurin er merktur av størri útboði, sum trýstir laksaprísin niður. 

 

Lægri prísur

Í fjórða ársfjórðingi í fjør var prísurin lægri enn væntað. Hetta hevði neiliga ávirkan á úrslitið hjá Bakkafrosti 

Lívfrøðiliga gongdin var góð, serliga í Føroyum. 

Bæði í Føroyum og í Skotlandi vóru lúsatølini lítil og miðalvektin á tikna laksinum góð, skrivar Bakkafrost.

 

Met í fóðursølu

Við árslok var greitt, at Havsbrún annað árið á rað setti met í fóðursølu. 

Men nógv minni fiskur var í fjórða ársfjóðingi.

So, nógv minni fóður og lýsi vóru seld enn í fjórða ársfjórðingi 2023.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558