Felag undir stovnan vann útboðið um myllur í Klivaløkshaga

Felag undir stovnan vann útboðið um myllur í Klivaløkshaga
Sjey vindmyllur verða settar upp, og prísurin er 26,97 fyri kilowatttíman
Fýra umsóknir komu um loyvi til at brúka vindorku í Klivaløkshaga.
 
21.02.2025 - 08:21

Eitt felag, sum millum annað Jóhan í Niðristovu fer at stovna, hevur fingið loyvi frá Umhvørvisstovuni til at byggja vindmyllur í Klivaløkshaga í Sandoynni.

Talan er um sjey Vestas V-117 vindmyllur.

Prísurin er 26,97 oyru fyri kilowatttíman. Prísvøksturin er 1,25 prosent um árið.

Effo hevði lægsta boðið, men størstu príshækkingina. 

Magn hevði hægsta boðið, men onga príshækking.

 

Jóhan í Niðristovu.

 

Treytað av loyvi

Umhvørvisstovan ger vart við, at endaligt loyvi er treytað av, at onnur neyðug loyvi fáast.

Talan er um loyvi frá Yvirfriðingarnevndini og loyvi frá Sands kommunu.

Endalig avtala skal eisini gerast við jarðareigararnar.

Fýra umsóknir komu um loyvi til at brúka vindorku í Klivaløkshaga.

SEV bjóðaði eisini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952