Allir umsøkjarar fingu svartkjaft til vinnuligar royndir

Allir umsøkjarar fingu svartkjaft til vinnuligar royndir
Fimm virki á landi fingu kvotu og trý reiðarí
Varðin Pelagic fekk 800 tons av svartkjafti til vinnuligar royndir.
 
24.02.2025 - 09:07

Allir átta umsøkjarar fingu svartkjaft til vinnuligar fiskiroyndir.

Men teir fingu ikki so nógv, sum teir søktu um.

Søkt var um 17.900 tons. Men bara 6.500 tons vóru at býta.

Fimm virki á landi fingu kvotu og trý reiðarí.

Í viðgerðini og raðfestingini er serligur dentur lagdur á menningarvirði og nýskapanarvirði, sigur Fiskivinnumálaráðið.

Feløgini, sum fingu svartkjaft til vinnuligar royndir, eru Gráastein, sum fekk 1.050 tons, Varðin Pelagic fekk 800 tons, Netastovan 1.000 tons, Sjógæti 200 tons, Kinnfelli 1.050 tons, Saga 800 tons, Havsbrún 1.000 tons og Faroe Marine Products fekk 600 tons

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522