Land og kommunur fingu meira í skatti í januar

Land og kommunur fingu meira í skatti í januar
A-inntøkan fyrsta mánaðin í ár var 70 milliónir størri enn somu tíð í fjør
Bæði landskassin og kommurnar fingu meira í skatti í januar enn somu tíð í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2025 - 08:13

Landskassin fekk meiri fyribilsskatt í januar í ár enn í januar í fjør.

Hann fekk 165 milliónir og 235.000 krónur í ár, 5,7 milliónir meira enn í januar í fjør.

Hjá kommununum var januar uppaftur betri enn hjá landinum.

Tær fingu 203 milliónir og 556.000 krónur, 12 milliónir meira enn í januar í fjør.

Men kirkjuskatturin er minni í ár, enn hann var í fjør.

Hann var slakar seks milliónir í januar í ár, næstan 180.000 kr. minni enn i januar í fjør.

Orsøkin til, at land og kommununur hava fingið meira í statti, er millum annað, at A-inntøkan í januar var 70 milliónir størri í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858