Tvíbura- og ættleiðingaforeldur fáa nú rætt til longri barsil

Tvíbura- og ættleiðingaforeldur fáa nú rætt til longri barsil
Løgtingið hevur nú samtykt, at tvíbura- og ættleiðingaforeldur fáa rætt til longri barsil
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.03.2025 - 12:40

Á tingfundi í dag var onnur viðgerð av lógaruppskotinum um broytingar í barsilsslógini.

Málið snúði seg millum annað um at longja um barsilstíðina hjá tví- og fleirbura foreldrum, ættleiðingaforeldrum, og at burturluta barsilstíð til annan umsorganarpersón, tá mann hevur tví- ella fleirburar.

Ronja H. Joensen er foreldur til tvíburar, og fegnast um at slík lóg verður fyri framtíðar tví- og fleirbura foreldur.

Hon meinar, at longri barsilstíð er við til at minka um mismunin á børnum ið verða fødd samstundis, tí tað kann viðvirka at børnini fáa nøktað sín tørv til fulnar.

 

Broytt til 48 vikur afturat

Fyrsta lógaruppskotið mældi til at tví- og fleirbura foreldur fingu 28 vikur afturat í barsil, og broytingaruppskotið mælir til at hesi foreldrini í staðin fáa 48 vikur afturat.

Samanlagt fer sostatt at bera til, at tví- og fleirburaforeldur kunnu hava 52 vikur av barsil, samstundis.

Hóast ein meiriluti í bæði andstøðu og samgongu tekur undir við uppskotinum, so snúði kjakið í løgtinginum seg í stóran mun um at lógaruppskotið eisini fevndi um sammøður.

Tað vóru serliga umboð frá Miðflokkinum og Fólkaflokkinum, ið funnust at, at uppskotið eisini fevndi um sammøður. 

Tá alt kom til alt, so var uppskotið samtykt við stórum meiriluta, 26 atkvøður vóru fyri, eingin var blonk, meðan seks vóru ímóti. 

Uppskotið er nú farið til 3. viðgerð.

 

INNSLAG_Barsilslog_-_Aksel_V__Johannesen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846