Venjarin: Eitt stórt stig fyri Føroyar

Venjarin: Eitt stórt stig fyri Føroyar
Javnleikurin og eina stigið ímóti Hollandi kann fáa stóran týdning, tá bólkurin skal avgerast og EM-plássini býtast út. Tí var Peter Bredsdorff-Larsen væl nøgdur við Tjarnir
12.03.2025 - 22:22

Tað var tann klassiski spurningurin eftir ein dyst, har tú hevur verið greitt frammanfyri, síðan sær út til at hava mist alt, men bjargar tær javnleikin í evstu løtu.

Ert tú fegin um, at hava fingið javnleikin, ella ert tú vónbrotin um ikki at hava vunnið?

Landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Peter Bredsdorff-Larsen, ivaðist ikki beint eftir 32-32 javnleikin ímóti Hollandi við Tjarnir.

 - Nei, hetta er eitt risa stig fyri okkum, staðfesti hann.

 - Um tú hyggur at stigatalvuni, er Kosovo nú tvey stig aftanfyri okkum við nógv verri málúrtøku. So hetta er næstan tað sama sum ein sigur, segði Peter Bredsdorff-Larsen millum annað.

Sunnudagin spæla Føroyar á útivølli ímóti Hollandi. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum frá klokkan 13:30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329