Helsingforsavtalan skal dagførast

Helsingforsavtalan skal dagførast
Avtalan skal m.a. dagførast soleiðis, at limaskapurin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum styrkist og verður meira javnsettur við hini limalondini
Elina Pirjatanniemi er professari í løgfrøði í lærda háskúlanum í Åbo.
Mynd: YLE  
 
09.04.2025 - 08:38

Finskur professari í løgfrøði skal standa á odda hjá teimum, sum kanna, hvussu Helsingforsavtalan kann dagførast.

Tað er Elina Pirjatanniemi, sum skal standa á odda fyri kanningararbeiðnum. 

Hon er professari í løgfrøði í lærda háskúlanum í Åbo.

Afturat sær hevur Elina Pirjatanniemi eitt toymi av serfrøðingum á ymiskum løgfrøðiligum økjum. 

 

Liðugt í ár

Kanningararbeiðið skal vera liðugt í ár. 

Á heysti í fjør kom tilráðing frá Norðurlandaráðnum til stjórnirnar í Norðurlondum um, at ein norðurlendsk nevnd skal setast at gera ítøkilig uppskot um at dagføra norðurlendsku grundlógina, Helsingforsavtaluna. 

Millum annað skal avtalan dagførast, so limaskapurin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum styrkist og verður meira javnsettur við hini limalondini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858