NSÍ og KÍ spæla ársins fyrsta toppdyst við Løkin í Runavík

NSÍ og KÍ spæla ársins fyrsta toppdyst við Løkin í Runavík
Oddabrak verður í bestu fótbóltsdeildini við Løkin í kvøld, tá ósigraðu NSÍ og KÍ bresta saman klokkan 20. Útvarpið sigur frá dystinum
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul  
 
09.05.2025 - 14:11

Fult umfar er í fremstu mansdeildini í fótbólti er hetta vikuskiftið.

Fýra dystir vera í dag og byrjað verður í Sarpugerði í Norðragøtu klokkan seks seinnapartin, tá Víkingur og HB spæla.

Tveir dystir byrja klokkan hálvgum sjey - í Sørvági spæla 07 Vestur og EB/Streymur, og í Gundadali B36 og FC Suðurroy.

 

Toppdysturin við Løkin

Fjórði og seinasti dysturin í dag verður millum oddaliðini NSÍ og KÍ. Hann verður í Runavík, og byrjar klokkan átta.

Roknað verður við stórari áskoðarafjøld, tí sjáldan áður hava tvey lið sett seg so tungt bestu deildina. Tað bleiv staðfest, tá NSÍ í seinasta umfari smurdi HB av 7-1 í Gundadali. 

Bæði liðini hava fult stigatal undan dystinum, og NSÍ og KÍ hava eisini vunnið sjáldsama stórar sigrar, 11-0 og 10-0, móti ávikavist B68 og TB. Og bæði liðini eru á tremur við stóru føroyskum fótbóltsprofilum. 

Hjá NSÍ kunnu nevnast Brandur Hendriksson Olsen, Klæmint Olsen og Petur Knudsen. Hjá KÍ eru tað Páll Klettskarð, Hallur Hansson og Odmar Færø. 

 

Harður dysturin uttan fyri vøllin

Uttanfyri vøllin verður eisini ein harður dystur spældur millum fjepparafeløgini, Guliganz hjá NSÍ og Bláu bylgjuna hjá KÍ. 

NSÍ hevur tí gjørt yvirlit yvir, hvar áskoðarar til dystin kunnu parkera.

Útvarpið fer at siga frá fótbólti alt kvøld. Vit byrja eftir tíðindini á nátturða við frásøgn frá dystinum í Gøtu millum Víking og HB, og klokkan átta seta vit inn til Runavíkar til toppdystin millum NSÍ og KÍ.

Karstin Joensen er formaður í NSÍ.

 

INNSLAG_-_NSI_og_KI

 

Her er yvirlit yvir, hvar NSÍ mælir til, at fólk parkera í kvøld. 

Fimti og seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður spældur seinnapartin í morgin, tá TB og B68 við Stórá í Trongisvági. Tann dysturin byrjar klokkan hálvgum fýra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179