Teresa og Sólja úttiknar á landsliðið fyri fyrstu ferð

Teresa og Sólja úttiknar á landsliðið fyri fyrstu ferð
Teresa Jacobsen úr HB og Sólja Ernstdóttir úr KÍ, sum báðar eru 18 ára gamlar, hava fingið landsliðsboð á fyrsta sinni
Føroyska liðið, sum vann 5-0 móti Gibraltar 8. apríl 2025
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
15.05.2025 - 13:54

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum í fótbólti, hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Slovakia, boðar Fótbóltssambandið frá í dag. Nýggjar í hópinum eru Teresa Jacobsen úr HB og Sólja Ernstdóttir úr KÍ, sum báðar eru bara 18 ára gamlar.

 - Hópurin til komandi uppgávur er nú kunngjørdur, og millum tær 20, ið landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen hevur úttikið, eru tvær, ið ikki hava verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um Teresu Jacobsen úr HB, og Sólju Ernstdóttir úr KÍ, skrivar Fótbóltssambandið.

Fríggjadagin 30. mai spæla Føroyar og Slovakia UEFA Nations League dyst á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, týsdagin 3. juni er útidysturin móti Moldova á skránni. Undan dystunum eru Føroyar nummar tvey í bólkinum við 9 stigum. Slovakia er fremst við 12 stigum, Moldova er nummar 3 við trimum stigum og aftast er Gibraltar við ongum stigi.

Tá Føroyar fyrr í ár møttu Slovakia á útivølli vunnu slovakar 3-0, meðan heimadysturin móti Moldova varð vunnin við tveimum málum ímóti ongum.

 

Hópurin:

Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Gunnvá Lutzen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Caroline Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297