Danir undrast um boðskapin í íslendska Eurovision sanginum

Danir undrast um boðskapin í íslendska Eurovision sanginum
Íslendski sangurin í Eurovision og sjónbandalagið hava fingið danir at spíla eyguni upp og undrast á, um sangurin hevur ein politiskan boðskap um ríkisfelagsskapin.
 
16.05.2025 - 18:39

Íslendski sangurin í Eurovision-sangkappingini Róa og sjónbandalagið hava fingið danir at spíla eyguni upp og undrast á, um sangurin hevur ein politiskan boðskap

Ongantíð hevur verið kjakast so nógv um ríkisfelagsskapin, sum í ár. Ísland fór úr ríkisfelagsskapinum í 1944, og nú hava Føroyar og Grønland stóran leiklut í sanginum hjá Íslandi.

Í tekstinum vera Føroyar og Grønland nevnd: "Á veg til Føroyar. Ja, eg eri tilreiðar." og "Steðgar tú á í Grønlandi? Ja, eg eri tilbúgvin," syngja brøðurnir í sanginum, og vísa m.a. føroyska og grønlendska flaggið.

- Er íslendski Eurovision-sangurin ein lúsingur til ríkisfelagsskapin, spyr danska kringvarpið VÆB-brøðurnar Hálfdán Helga og Matthias Davið Mattiasson.

 

1743667

 

- Vit elska Føroyar og Grønland. Sangurin snýr seg um at rógva gjøgnum lívsins bylgjur at leita eftir einum betri stað, sum til dømis Føroyar ella Grønland. Ymiskir boðskapir eru í sanginum. Og um hetta er ein, so er tað bara fantastiskt. Eg fari hvørki at viðganga ella nokta, at hetta er politiskur 

 

Síggj sjónbandalagið her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290