Drápsroynd bleiv harðskapur

Drápsroynd bleiv harðskapur
Skuldsetingin var drápsroynd, men nú ákæruritið er skrivað, er ákæran serliga grovur, ráur ella vandamikil harðskapur
Rok var í Skálafirði 21. november í fjør
 
26.05.2025 - 06:58

Skuldsetingin var drápsroynd, men nú ákæruritið er skrivað, er ákæran serliga grovur, ráur ella vandamikil harðskapur.

Føroya rættur skal nú fyrst í vikuni viðgera revsimálið móti einum 32 ára gomlum manni.

Hann er ákærdur fyri harðskap og ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør.

Sambært ákæruritinum krógvaði maðurin seg í einum bilskúri.

Tá ein maður nærkaðist skúrinum, leyp tann ákærdi fram og gav honum nevan á vangan.

Hann stakk síðani mannin ikki minni enn tvær ferðir við stórari megi í bringuna.

Maðurin fekk nøkunlunda vart fyri seg, men fekk tó stungusár høgrumegin í bringuni.

Kvívsblaðið var 13,5 sentimetrar.

Fór eftir fyrrverandi unnustu

Beint eftir hetta royndi tann ákærdi at sleppa inn í íbúðina, sum er í erva í bilskúrinum.

Har var fyrrverandi unnusta hansara.

Hon bardist ímóti og fekk læst hurðina.

Sambært ákæruritinum ætlaði maðurin at fremja grovan harðskap móti henni, millum annað við knívinum.

Ákæruvaldið tekur fyrivarni fyri kravi um, at maðurin verður vístur av landinum, verður hann dømdur.

Fyrivarni er eisini tikið fyri endurgjaldskravi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329