14 mánaðir í varðhaldi

14 mánaðir í varðhaldi
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at leggja á eina kvinnu á gøtuni við Sandá, skal vera fýra vikur aftrat í varðhaldinum
Maðurin er ikki ákærdur enn, tí ákæruvaldið bíðar eftir einari meting frá danska Rættarlæknaráðnum, um hvørja revsing, maðurin er mettur egnaður at fáa.
 
27.05.2025 - 08:52

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at leggja á eina kvinnu á gøtuni við Sandá, eystan fyri fótbóltsvøllin á Argjum, skal vera fýra vikur aftrat í varðhaldinum.

Hetta er 14. mánaðurin, maðurin skal vera í varðhaldi.

Hann er í varðhaldi í Vestre fængsel í Danmark.

Eingin rættarfundur var i dag, tí maðurin góðtók sjálvboðin, at varðhaldið var longt.

Maðurin, sum er í tríatiárunum og útlendingur, hevur verið í varðhaldi síðani 28. apríl í fjør.

 

Serligar umstøður

Tá fólk hava verið í varðhaldi í eitt ár, skulu serligar umstøður til, skal varðhaldið leingjast.

Serligar umstøður eru í hesum málinum, metir Føroya rættur. 

Maðurin hevur einki tilknýti til Føroya. Hann kom til Føroya 20. apríl, og var tikin 28. apríl.

Maðurin noktar seg sekan.

Maðurin er ikki ákærdur enn, tí ákæruvaldið bíðar eftir einari meting frá danska Rættarlæknaráðnum, um hvørja revsing, maðurin er mettur egnaður at fáa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329