Noreg og sponsk skipasmiðja gjørt semju um fregatt

Noreg og sponsk skipasmiðja gjørt semju um fregatt
Spanski staturin eigur skipasmiðjuna, sum smíðaði norsku fregattina
Norska fregattin sakk, tá hon stoytti saman við eitt tangaskip út fyri Bergen í 2018.
Mynd: VG/NTB  
 
03.06.2025 - 10:24

Norska verjumálráðið og spanska skipasmiðjan Navantia hava gjørt semju í Helge Ingstad-málinum.

Býarrætturin í Oslo stóð fyri semingsroyndini.

Partarnir hava eisini avtalað, at Navantia heldur fram við at viðlíkahalda og dagføra norsku fregattirnar í upp til seks ár, sigur norska stjórnin.

Semjan fevnir eisini um, at Navantia veitir norska verjumálaráðnum 47,5 mió. evrur í avsláttri í sáttmálum um tøkniligan stuðul og dagføringar í norsku fregattunum. 

- Eg eri nøgdur við, at málið er loyst, sigur norski verjumálráðharrin Tore O. Sandvik í tíðindaskrivi. 

 

INGSTAD_SKIP

 

(Videobrot: VG.no)

 

Stoyttu saman

Náttina til 8. november 2018 stoyttu fregattin "KNM Helge Ingstad" og 250 metra langa tangaskipið Sola í Hjeltefjørðinum út fyri Bergen og sakk.

Spanski staturin eigur Navantia-skipasmiðjuna, sum smíðaði fregattina Helge Ingstad.

Í mai noktaði skipasmiðjan fyri, at hon hevði skyldina av, at fregattin sakk.

Nú sigur nevndarformaðurin Ricardo Dominguez, at hann er nøgdur við semjuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938