Nógvir fólkatingslimir vildu ikki taka støðu til at hækka pensjónsaldurin

Nógvir fólkatingslimir vildu ikki taka støðu til at hækka pensjónsaldurin
Tá atkvøtt var um málið, vóru 77 tinglimir ikki í tingsalinum, teirra millum teir føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir
Hóast nógv ikki vóru í fólkatingsalinum, tá atkvøtt var um at hækka pensjónsaldurin, var uppskotið samtykt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.06.2025 - 07:59

Tað vóru nógvir fólkatingslimir, sum ikki vildu taka støðu til lógaruppskotið um at hækka pensjónsaldurin í Danmark.

77 teirra vóru ikki í tingsalinum, tá atkvøtt var. Teir vóru "fraværende", sum tað stendur í gerðarbókini hjá fólkatinginum.

Teirra millum eru teir føroysku og teir grønlendsku fólkatingslimirnir. 

Fólkatingið samtykti tó at hækka pensjónsaldurin til 70 ár í 2040.

Tað er galdandi fyri tey, sum eru fødd í 1971 ella seinni.

 

Hækkar upp í 69 ár í 2035

Pensjónsaldurin í Danmark er nú 67 ár.

Men í 2030 fer hann upp í 68 ár og í 2035 upp í 69 ár.

Í fólkatinginum vóru 81 atkvøður fyri at hækka pensónsaldurin upp í 70 ár í 2040.

21 vóru ímóti. Eingin atkvøða var blonk, og 77 atkvøddu ikki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938