Kunngerðin um at goyma upplýsingar um fjarskifti er á veg

Kunngerðin um at goyma upplýsingar um fjarskifti er á veg
Løgmálaráðini í Føroyum og Danmark arbeiða við at orða eina kunngerð, sum skal seta í gildi í Føroyum logningsbekendtgørelsen
Síggjast skal, hvør hevur ringt til hvønn.
 
03.07.2025 - 09:19


Løgmálaráðini í Føroyum og Danmark arbeiða við at orða eina kunngerð, sum skal seta í gildi í Føroyum logningsbekendtgørelsen.

Tað er kunngerðin um at goyma upplýsingar um fjarskifti.

Hon hevur heimild í rættargangslógini.

Kunngerðin áleggur telesambands- og internetveitarum at goyma, logga, upplýsingar um samskifti hjá brúkarunum. 

Ikki sjálvt innihaldið, men metadata, tað er, hvør samskiftir, nær, hvar og við hvønn.

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, spurdi Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann, um hesa kunngerð.

Kunngerð um logning 

Svarið er, at Løgmálaráðið arbeiðir við at seta í gildi reglur um logning.

Kunngerðin skal áleggja fjarskiftisfyritøkum at skráseta og goyma upplýsingar um nýtsluna hjá endabrúkarum á internetinum, til dømis IP-bústaðir, í ávíst tíðarskeið.

Men fyrst skal vera greitt, um fjarskiftisfyritøkurnar hava neyðugu tøkniligu útgerðina at skráseta og goyma slíkar upplýsingar.

Tað hevur Løgmálaráðið spurt fjarskiftisfyritøkurnar um.

Steffan Klein Poulsen sigur, at í Danmark hjálpir heimildin løgreglu og fregnartænastu at avdúka álvarslig brotsverk, ikki minst mál um barnaporno, sum eru ein alsamt vaksandi trupulleiki. Eisini her í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938