Bretland og Frakland saman um kjarnorkuvápn

Bretland og Frakland saman um kjarnorkuvápn
Bretland og Frakland hava boðað frá, at tey fara at skriva undir yvirlýsing, soleiðis at møguleiki er fyri, at londini samskipa síni kjarnorkuvápn
 
10.07.2025 - 07:52

Í yvirlýsingini, sum skal undirskrivast í dag, verður sagt, at londini hava ræði á sínum kjarnorkuvápnum hvør sær, men "at hetta kann samskipast". Yvirlýsingin fer eisini at heimila Bretlandi og Fraklandi, sum eru einastu kjarnorkuveldi í Evropa, saman at svara aftur "eini og hvørjari ekstremari hóttan móti Evropa".

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skal skriva undir avtaluna í dag, samstundis sum tríggjar daga langa ríkisvitjan í Bretlandi endar við einum tvílanda toppfundi.

Bretland og Frakland boða samstundis frá, at tey fara at knýta tættari hernaðarlig sambond og bíleggja fleiri sonevndar Storm Shadow rakettir, sum eru langtrøkkandi rakettir, sum londini bæði hava latið Ukraina í krignum móti Russlandi. Rakettirnar eru mentar í samstarvi millum Bretland og Frakland, og partarnir fara nú at arbeiða fram ímóti nýggjari skipan, sum kann koma í staðin fyri rakettirnar, sum fraklendingar kalla Scalp.

- Sum tættir samstarvsfelagar og sameindir í NATO, hava Bretland og Frakland eina langa søgu í verjusamstarvi, og avtalurnar í dag lyfta samstarv okkara upp á næsta stig, sigur bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, í fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306