Føroyingarnir drønaðu avstað frá fyrsta skoti

bannari
Føroyingarnir drønaðu avstað frá fyrsta skoti
Tey flestu runnu seg víðari í innleiðandi kappingunum í renning, sum vóru í sonevnda Picky-leikvøllinum í Kirkwall í dag. Finalurnar vera næstu dagarnar
Julian Gregersen rann seg í finaluna í 1500 metrum, sum verður týsdagin. Hann skal eisini renna 5000 metrar og hálvmaraton
Mynd: Dánial Olsen  
 
13.07.2025 - 17:30

Føroysku rennararnir drønaðu avstað frá fyrsta skoti, tá fleiri innleiðandi rennikappingar vóru á Picky-leikvøllinum í Kirkwall í dag.

Jónas G. Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim runnu seg trygt í hálvfinalurnar í 400 metur renning. Teir runnu í hvør sínum innleiðandi riðli og høvdu fult tamarhald á renningini. 

Dánjal Dahl Ljósheim vann sín riðil við tíðini 50.10 sekund, meðan Jónas G. Isaksen endaði nummar tvey í sínum riðli við 50.24 sekund.

Í 400 metrum hjá kvinnum endaði Maria Biskopstø á 2. plássi í sínum riðli við 57.80, og Margit Weihe Fríðmundsdóttir endaði nummar trý við 27.70 í 2. riðli.

 


Fitt av føroyingum vóru á Picky-leikvøllinum og hugdu at renning og badminton í dag. Hugaligt var at sita í góðveðrinum og síggja føroyingarnar renna seg víðari (Mynd: Dánial Olsen)

 

Skjótu kvinnurnar í finaluna - Tummas beint uttanfyri

Oddvør Josephsen og Elisabet Holm Simonsen struku eisini í finaluna í 100 metur renning. Oddvør Josephsen endaði á 3. plássi í sínum riðli við tíðini 12.92 sekund, meðan Elisabet Holm Simonsen endaði á 4. plássi við 12.96.

Hjá monnum stóð eitt sindur meir á. Andreas B. Antoft rakk hálvfinaluni við tíðini 11.41 og 4. plássi í riðli trý, meðan Tummas Petur Sjóvará var 0.01 sekund frá við 11.48 og 4. plássi í 5. riðli. Ein troyst var, at hann fekk persónligt met.

Á 1.500 metrum livdi Julian Gregersen upp til styrkismetingina, og rann seg í finaluna við tíðini 3.58.84 minuttum. Hann endaði nummar tvey í sínum riðli, og hóast aðrir hava runnið skjótari enn klaksvíkingurin í ár, hevði hann góðar vónir um at røkka einum heiðursmerki, tí hann er sera væl fyri í løtuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983