G! 2025: Har manglar einki í skránni

G! 2025: Har manglar einki í skránni
Undirtøkan fyri G! er størri í ár enn í fjør, og tað fegnast Høgni Lisberg, tónleikastjóri hjá G!, um. Sjálvur heldur hann ikki, at tað manglar nakað í skránni
Uni Leitisstein Hansen
Ein stórsmílandi Høgni Lisberg, G!-tónleikastjóri
17.07.2025 - 15:25

!!!HALDIÐ OKKUM TIL GÓÐAR, AT LJÓÐGÓÐSKAN Í INNSLAGNUM ER SO VÁNALIG. 

 

Alt er klárt á G!, og nú gleðir tónleikastjórin, Høgni Lisberg, seg bara til, at tónleikurin byrjar at spæla á pallinum. 

"Tað verður riggað til allastaðni, og eg havi ikki hoyrt annað, enn at alt verður klárt."

"Mín høvuðsábyrgd er tónleikurin, so tað eri eg spentur uppá, kanska serliga DakhaBraka úr Ukraina, ið eg sjálvur ikki hava hoyrt live áður."

 

SÍ EISINI: G! 2025: Liggið ikki sjóvarfallið av tykkum

 

Her manglar einki

Høgni er ikki samdur við teimum, ið halda, at tað manglar okkurt til tey ungu í G! skránni.

"Eg haldi ikki sjálvur, at tað manglar nakað. G! skráin er sum ein góður grýturættur. Her er okkurt søtt, okkurt salt, pipar og her er alt mitt ímillum. Her eru DJ's, sum spæla um kvøldið, her eru kendur tónleikur, ið tú kanst skrála við til, og her er tónleikur, sum tú ikki hevur hoyrt fyrr. Tað er tað, ið G! skal gera. Tað er partur av okkara uppgávu og samleika at flyta mørkini eitt sindur."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858