Falskar myndir á vitlíki um eldgos

Falskar myndir á vitlíki um eldgos
Einki bendir á, at Yellowstone í USA fer at goysa, hóast følsku myndirnar vísa tað
Yellowstone tjóðarlundin verður væl vitjað.
Mynd: Kaylee Greenlee/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.07.2025 - 08:40

Amerikanskir myndugleikar hava verið noyddir at fara í miðlarnar at avsanna, at eitt stórt eldgos er á veg í Yellowstone tjóðarlundini.

Orsøkin er, at fleiri filmsbrot eru løgd út á sosialu miðlarnar av djórum, sum flýggja úr Yellowstone, bæði moskusoksar, bjarnir, elgar og onnur djór.

Men myndirnar hava einki við veruleikan at gera, og eru gjørdar við vitlíki.

Yellowstone er eitt av heimsins størstu gosfjøllum, og javnan eru jarðskjálvtar. Økið hevur verið stongt síðani 2024 av trygdarávum. Men ongar ábendingar eru um nakað størri gos. 

Yellowstone er ein av heimsins størstu virknu gosfjøllum, og ein støðugur ótti er fyri, at tað fer at goysa. Men tað er langt síðan seinast at gosfjallið veruliga goysti. Tað var fyri 640.000 árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858