Tikin fyri at smugla 1,7 tons av kokaini

Tikin fyri at smugla 1,7 tons av kokaini
Rúsevnini verða mett at hava søluvirði á gøtuni upp á góðar 850 milliónir danskar krónur, ella 1,35 milliardir norskar krónur
So nógv kokain var funnið umborð á bátinum, 1,7 tons.
Mynd: DR og spanska løgreglan  
 
21.07.2025 - 15:32

Tveir danir og ein breti vóru fyrr í summar tiknir út fyri Asorurnar við 1.680 kilo av kokaini í bátinum, upplýsa sponsku myndugleikarnir.

Tað skriva norska og danska kringvarpið.

Portugisiska politiið framdi handtøkuna tann 14. juni - góðar 700 kilometrar frá oynni Flores í oyggjabólkinum Asorunum.

Ein annar danskur ríkisborgari verður hildin at vera leiðari fyri smuglingini. Hann varð handtikin í Torremolinos í Suðurspania sama dag.

Øll tey, sum hava verið uppi í málinum, eru nú fongslað, men tað er ikki greitt, hvussu tey fara at svara ákærunum. Ein persónur, sum er undir illgruna, er framvegis leysur, og er eftirlýstur altjóða.

Smuglaðu rúsevnini verða mett at hava søluvirði á gøtuni upp á góðar 850 milliónir danskar krónur, ella 1,35 milliardir norskar krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985