Nýggjur grønlendskur flokkur vil loysa frá Grønlandi

Nýggjur grønlendskur flokkur vil loysa frá Grønlandi
Stovnarin sigur, at Eysturgrønland er støðugt meira avbyrgt og niðurraðfest
Mike Nicolaisen, sum hevur tikið stig til nýggja flokkin, sigur, at Eysturgrønland er niðurraðfest og gloymt.
Mynd: KNR  
 
31.07.2025 - 10:09

Ein nýggjur flokkur er um at vera stovnaður í Grønlandi.

Hann kallast "Flokkurin fyri sjálvstøðugt Eysturgrønland."

Mike Nicolaisen, sum stovnar flokkin, sigur við KNR, at seinastu 10 til 15 árini er Eysturgrønland vorðið støðugt meira avbyrgt, niðurraðfest, einfaldliga gloymt.

Nýggi flokkurin vil loysa frá Grønlandi.

 

Byrjaði við mótmælisgongum

Tað byrjaði við mótmælisgongum í Tasiilaq í Eysturgrønlandi fyri góðum tveimum mánaðum síðani.

Men eingir batar eru at hóma, sigur Mike Nicolaisen, sum nú hevur stovnað loysingarflokk.

Hann sigur, at hetta er vissuliga ógvisligt stig, men tað vísir bara, hvussu ring støðan er í Eysturgrønlandi.

Í fyrsta umfari verður nú bíðað eftir, hvørjum landsstýrið kemur við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938