Land og kommunur kunnu keypa upp á borg í Rúsuni

Land og kommunur kunnu keypa upp á borg í Rúsuni
Løgmálaráðið hevur gjørt uppskot um kunngerð, sum loyvir tí
Endamálið við broytingini er at nágreina kunngerðina, sigur Løgmálaráðið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2025 - 08:21

Skjótt fara land og kommunur at kunna keypa upp á borg í Rúsuni.

Løgmálaráðið hevur gjørt uppskot um kunngerð, sum loyvir tí.

Meginreglan er annars, at Rúsdrekkasøla landsins ikki hevur loyvi til at selja upp á borg.

Tó er loyvt at selja upp á borg til teirra, sum hava skeinkiloyvi. 

Og tey fáa eisini mongdaravsláttur upp á vín og hvítvín, stendur í kunngerðini, sum nú er.

Og tað verður standandi í broyttu kunngerðini.

Hatta við landi og kommunum og borg er gjørt fyri at nágreina kunngerðina, sigur Løgmálaráðið.

Orsøkin til nágreiningina er, at forboðið fyri at selja upp á borg bara er viðkomandi, har talan er um veruligan váða fyri at missa pening av at selja upp á borg.

Og tann váðin er ikki, tá selt verður til land og kommunur, heldur Løgmálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532