Miðlastuðul: Størri parturin skal fara til rakstur

Miðlastuðul: Størri parturin skal fara til rakstur
Uppskot um nýggja miðlastuðulslóg er sent til hoyringar
Ein broyting í lógini er, at farið verður burtur frá verkætlanarstuðlinum, sum hevur verið serstakliga illa dámdur í miðlaumhvørvinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2025 - 10:59

Almanna- og mentamálaráðið sendi í gjár uppskotið um nýggja miðlastuðulslóg til hoyringar.

Tá sitandi samgonga varð skipað, varð gjørt av, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skuldu styrkjast, og at miðlastuðulsskipanin skal stuðla undir hetta.

Sambært skrivinum frá Almanna- og heilsumálaráðnum hevur samgongan styrkt Kringvarp Føroya fíggjarliga, og nú vil hon, at játtanin til miðlastuðul skal hækkast munandi.

Uppskotið til nýggja miðlastuðulslóg leggur upp til, at størri partur av játtanini fer til rakstrarstuðul.

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, eigur uppskotið um miðlastuðulslóg. 

 

60 prosent til skjalprógvaðar útreiðslur

Í verandi skipan fara 30 prosent av játtanini til rakstrarstuðul, men verður nýggja uppskotið samtykt óbroytt, fara 60 prosent til skjalprógvaðar útreiðslur til beinleiðis journalistiska framleiðslu hjá viðkomandi tíðindamiðli ella miðlasamtaki, sum tað stendur orðað.

Á tann hátt verður tað journalistiska framleiðslan, sum verður avgerandi fyri rakstrarstuðulin.

Men tað er ikki einasta broytingin.

Ein onnur stór broyting er, at farið verður burtur frá verkætlanarstuðlinum, sum hevur verið serstakliga illa dámdur í miðlaumhvørvinum.

 

Nýggir tíðindamiðlar

Í staðin verður veittur ein íverksetarastuðul, sum skal brúkast til at seta á stovn ein nýggjan tíðindamiðil í senn. Hetta seinasta verður gjørt, fyri at íverksetarastuðulin ikki verður ov smábýttur.

Tíðindamiðilin skal miðla sjálvstøðugt journalistiskt viðgjørt tilfar, stendur at lesa í skrivinum frá Almanna- og mentamálaráðnum, sum eisini sigur, at íverksetarastuðulin kann latast yvir fimm ár.

Les alt uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423