Gott føroyingakvøld í Champions League

Gott føroyingakvøld í Champions League
Óli Mittún spældi ein góðan dyst í Barcelona, har heimaliðið kortini gjørdist ov sterkt, meðan Hákun West av Teigum skeyt seks mál fyri Füchse Berlin í sigri á Nantes
Hákun West av Teigum hevði stillað siktið væl og skoraðu seks ferðir ímóti Nantes
Mynd: Füchse Berlin  
 
12.09.2025 - 08:39

Bæði Óli Mittún og Hákun West av Teigum spældu væl, tá GOG og Füchse Berlin fóru undir Champions League-kappingina í gjárkvøldið.

Talan var um sannan elddóp hjá Óla Mittún og teimum av Fjóni, sum vóru á vitjan hjá Barcelona, og uppgávan vísti seg at vera eins torfør og roknað var við frammanundan.

Heimaliðið fór framum beinanvegin, og stóran part av fyrra hálvleiki sá út til, at veruligt skrædl var á veg. GOG spældi seg kortini nærri so líðandi og tapti til endans 37-32. Í sínum fyrsta Champions League-dysti, var Óli Mittún toppskjútti hjá fjónliðnum við fimm málum upp á seks royndir.

 

Revarnir reistu seg

Füchse Berlin var favorittur úti ímóti Nantes, men eftir ósigurin fyri Magdeburg um vikuskiftið og venjaraútskiftingina í síðstu viku, var støðna kortini eitt sindur óviss.

Tað gekk eisini javnt á fyri steðgin, tá fraklendingarnir vóru frammmanfyri við einum, men í seinna hálvleiki fóru týskararnir frá. Hákun West av Teigum spældi ein góðan dyst við trimum málum í hvørjum hálvleiki. 

Føroyski vongurin var tryggur, og misnýtti bert eina ferð í tí, sum til endans gjørdist ein 40-34 sigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542