Netanyahu: Ísrael framt týðandi álop á Gasa bý

Netanyahu: Ísrael framt týðandi álop á Gasa bý
Talsfólk fyri ísraelska herin sigur, at farið er undir at oyðileggja undirstøðukervið hjá Hamas í býnum
Ísraelski herurin er farin undir at oyðileggja undirstøðukervið hjá Hamas í Gasa býi.
Mynd: Menahem Kahana/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.09.2025 - 15:03

Ísrael hevur framt týðandi álop á Gasa bý.

Tað sigur forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eftir álop í fleiri dagar, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Ísraelski herurin, IDF, váttar, at fleiri víðkaðar atgerðir hava verið í Gasa býi, og at ætlanirnar verða víðkaðar.

Samstundis upplýsir Avichay Adraee, talsfólk fyri ísraelska herin, at herurin er farin undir at oyðileggja undirstøðukervið hjá Hamas í Gasa býi.

Heitt verður á sivilfólk um at sleppa sær burtur.

 

Vandamikið krígsøki

- Gasa býur er vandamikið krígsøki, og vandi er fyri trygdini hjá fólki, sum eru har, skrivar Avichay Adraee á X.

AP-tíðindastovan skrvaði í morgun, at fleiri ógvuslig álop høvdu verið á býin í nátt.

Eitt álop rakti eini hús í vestara partinum og drap í minsta lagi fimm palestinar, teirra millum tvey børn.

Tað varð upplýst av Shifa-sjúkrahúsinum, sum tók ímóti teimum dripnu, sambært AP.

Eisini Al Jazeera skrivaði um ísraelsk álop á Gasa í nátt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659