Unn Patursson: "Tað hevur verið ein sera spennandi og avbjóðandi uppgáva"

Unn Patursson: "Tað hevur verið ein sera spennandi og avbjóðandi uppgáva"
Tað Unn Patursson, sum júst hevur skrivað sítt fyrsta verk til symfoniorkestur.
Mynd: Føroya Symfoniorkestur, NLH  
 
25.09.2025 - 14:53

NB. Greinin er dagførd 27. september 2025. Lagt er aftrat, at Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð saman við Allan Gravgaard Madsen skrivaði verkið Beinta í 2016.
 

Í gjárkvøldið var fyrsta venjingin til Heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri, og ein, sum var serliga spent til venjingina, var Unn Patursson.

Hon hevur seinastu trý árini arbeitt við verkinum "Útgreiningin", sum er hennara fyrsta verk til symfoniorkestur.

- Eg eri øgiliga spent, og gleði meg til at hoyra verkið við veruligum ljóðførum og ikki bert úr einari lítlari teldu, sigur Unn.

 

Átti ikki at verið tann fyrsta

Unn Patursson hevur skrivað tónleik í mong ár, mest fyri kór, men eisini einstøk tónleikaverk til ljóðføri og ensemble.

Í 2022 var hon tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið "1902". 

Nú er hon fyrsta føroyska kvinna, ið sum einstaklingur hevur skrivað verk til symfoniorkestur. Tað er hon errin og fegin um, men kanska hon ikki átti at verið tann fyrsta, heldur hon.

- Eg veit ikki ordiliga, um tað hevur týdning at vera tann fyrsta. Tað kundi líka so gott verið ein onnur, og verkið verður hvørki betri ella verri av tí. Kanska eg sleppi meira til orðanna, og á tann hátt er tað stuttligt. Men eg átti kanska ikki at verið tann fyrsta, sigur Unn við einum skeivum smíli.

Unn er tó ikki fyrsta føroyska kvinna, ið hevur skrivað tónleik til symfoniorkestur. Tí í 2016 skrivaði føroyska tónaskaldið Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð verkið Beinta. Tað var tó saman við danska tónaskaldinum Allan Gravgaard Madsen. Verkið Beinta var frumframført av Aarhus Symfoniorkester á Spot Festivalinum í Aarhus í 2016. Í august 2021 var verkið framført av Føroya Symfoniorkestri í samband við Nordic Music Days, og í 2022 gav Dacapo Records upptøkuna av frumframførsluni út. Anna Karin hevur tikið útbúgving í elektroniskari tónseting á Det Jyske Musikkonservatorium, og var í nógv ár oddakvinna í bólkinum Valravn.

Fingið íblástur úr gerandisdegnum

Verkið "Útgreiningin" er í sjey samanhangandi pørtum, og er ein roynd við tónleiki at lýsa ávísar kenslur og sálarligar sinnisstøður í einum meldurkendum tíðarskeiði í lívinum. Partarnir eita 'Farstøð I', 'Skip í mjørkanum I', 'Tyngd', 'Skip í mjørkanum II', 'Sirkus!', 'Gulir gummistivlar, skvatla í hyljum' og 'Farstøð II'. Um hvaðani íblásturin kemur, sigur Unn Patursson:

- Íblásturin kemur úr gerandisdegnum, og tí bera heitini eisini brá av. Tað eru støður, ið øll kenna. Ein farstøð kann vera kaotisk ella friðarlig. Mann kann koma ella fara, vera á veg ella bara sita og bíða. Farstøðin kann í fluttari merking eisini lýsa eina sinnisstøðu - eina innaru farstøð, sigur Unn.

 

Spennandi og avbjóðandi uppgáva

At skriva til eitt heilt symfoniorkestur er nakað annað enn at skriva til kór ella smærri ensemble, og uppgávan hevur verið avbjóðandi, sigur Unn.

- Ja, tað hevur verið ein stór avbjóðing, og tað hevur havt týdning at kunna leggja tað frá sær og fara aftur og arbeiða víðari við tí fleiri ferðir. Tí tekur tað eisini langa tíð, sigur Unn Patursson.

Unn hevur fingið holla vegleiðing frá Li Ying, ið er komponistur ættað úr Taivan, men búsitandi í Keypmannahavn. Tað hevur havt nógv at siga, og Unn hevur fingið nógv góð ráð.

- Í byrjanini fekk eg tað, sum eg hevði skrivað, aftur við nógvum viðmerkingum, pílum og reyðum markeringum, og tað hevur verið ein stórur tryggleiki at hava fingið ta vegleiðingina.


Tvey onnur verk á heystskránni

Á Heystkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri eru eisini tvey onur verk á skránni: "Gandafloytan overtura" og "Tann italienska".

"Gandafloytan" var seinasta opera, ið Mozart (1756-1791) skrivaði, bert fáar mánaðir áðrenn hann andaðist, 35 ára gamal.

Søgan er eyðkend og snýr seg um tvey elskandi, ið mugu ferðast gjøgnum eld og vatn, áðrenn tey til endans kunnu vera saman.

"Tann italienska" er 4. symfoniin hjá Felix Mendelssohn Bartholdy (1809-1847) og er grundað á upplivingar hjá unga Mendelssohn í Italia í 1830 og 1831. Hóast verkið ikki bleiv so væl móttikið í fyrstuni, so hevur "Tann italienska" í dag eitt fast pláss á ovastu hill millum klassisku meistaraverkini.

Bernharður Wilkinson er dirigentur, og atgongumerkir kunnu keypast á nlh.fo.

Lurta eftir samrøðuni við Unn Patursson, sum var í mentanarsendingini Kultura mikudagin:

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139