Tvíheldur um at ávaringar frá ICES komu tíðliga í september

Tvíheldur um at ávaringar frá ICES komu tíðliga í september
Jacob Vestergaard, tingmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sipar til teldupost-samskifti 10 dagar, áðrenn formliga ávaringin frá ICES kom
Jacob Vestergaard er fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2025 - 12:56

Longu 9. september bar til at staðfesta, at ICES fór at koma við tilmæli um ógvusligan niðurskurð av makrel- og svartkjaftakvotunum næsta ár.

Tað sigur Jacob Vestergaard, sum í morgin tekur støðu til, um hann fer víðari við málinum, ella letur sær lynda, at løgmaður hevur givið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eitt "nevs" fyri at halda upplýsingum aftur.

Jacob Vestergaard sipar til eitt teldupost-samskifti, sum er dagfest 9. september - tað eru 10 dagar, áðrenn formliga ávaringin frá ICES kom inn í Fiskimálaráðið 19. september.

 

Jóhan Christiansen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði við Dag & Viku fríggjakvøldið, at hann ikki so frægt sum visti um formliga skrivið frá ICES til Fiskimálaráðið, dagfest 19. september:

Henda støðan er púra purturvið - einki er í trúnaði fyri ein landsstýrismann, sigur Jacob Vestergaard.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20102025_Vestergaard

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527