Kvotan skal ikki longur ávirka veiðigjaldið

Kvotan skal ikki longur ávirka veiðigjaldið
Nú er upskotið á veg um at strika ásetingina um minni veiðigjald, tá kvotur minka serliga nógv
Kvoturnar skulu ikki longur ávirka veiðigjaldið, ætlar landsstýrið.
 
21.10.2025 - 06:35

Nú er upskotið á veg um at strika ásetingina um minni veiðigjald, tá kvotur minka serliga nógv.

Lógin, sum hon er nú, sigur, at fer tøka kvotan niður um 50 prosent av miðalkvotuni, sum er sett seinastu fimm árini, fer veiðigjaldið niður í helvt.

Hetta hendi við veiðigjaldinum fyri norðhavssildina í ár.

Fyri at sleppa undan hesum ætlar landsstýrið nú at broyta veiðigjaldslógina.

Galdandi lóggáva leggur ikki upp fyri, at hægri prísur ofta vigar uppímóti minni kvotu, sigur landsstýrið.

Og í løtuni er júst tað støðan. Eftir semjuna um makrelin, er prísurin á makreli meira enn tvífaldaður.

Semjan ger eisini, at fiskast kann meira effektivt.

Móti endamálinum

Samstundis verður veiðigjaldið ásett eftir avreiðingarvirðinum fyri árið frammanundan. 

Ásetingin virkar tí móti sínum endamáli, sigur landsstýrið.

Tað heldur tað eisini vera óheppið, at avtalur, sum Føroyar gera við onnur lond um, hvussu fiskurin skal býtast, skal hava so stóra ávirkan á veiðigjaldið. 

Kvotur fyri 2026 eru ikki heilt kendar enn.

Tí ber ikki til at siga, hvør fíggjarligu avleiðingin verður næstu árini. 

Men út frá tilmælunum frá ICES er sannlíkt, at makrelur kemur undir markið fyri helvtargjald í 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373