Golden League: Vilja vinna á Hollandi eina ferð afturat

Golden League: Vilja vinna á Hollandi eina ferð afturat
Føoyska manslandsliðið í hondbólti fer á vøllin við sterkastu manning frá byrjan og ætlar sær at vinna á Hollandi eina ferð afturat, tá Golden League-kappingin byrjar í kvøld
Omaná: Føroyar spældu javnt ímóti Hollandi við Tjarnir og vunnu á útivølli í farnu EM-undankappingini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2025 - 13:27

Føroyar vilja vinna á Hollandi eina ferð afturat, og tí fer hondbóltslandsliðið við monnum á vøllin við sterkastu uppstilling frá byrjan.

Tað sigur hjálparvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen við útvarpið hjá Kringvarpinum, undan fyrsta dystinum í Golden League-venjingarkappingini, sum byrjar í Tróndheimi í kvøld.

 

251030_HJALTI_NET

 

Føroysku hondbóltsmenninir spældu javnt og vunnu á hollendingum í farnu EM-undankappingini, og ætlanin er at úrslitið í kvøld skal vera eins gott.

 - Vit ætla at spæla við øllum, sum vit kunna, og so er tað kanska onkur av okkara lyklaleikarum, sum helst fáa steðg leygardagin, sigur Hjalti Mohr Jacobsen og vísir til dystin ímóti Norra.

Hetta merkir ikki neyðturviliga, at ungu spælararnir í hópinum ikki fáa kjansin í kvøld. 

 - Endamálið er, at allir skulu fáa spælitíð upp á hesar tríggjar dystirnar, men til dømis Høgni Heinason og Pauli Rasmussen eru við í hópinum í kvøld, og vónandi fáa teir sínar fyrstu minuttir, sigur hjálparvenjarin.

LES EISINI: Fáa kjansin í Golden League

 

EM er stóra málið

Flottasta venjingarkappingin, sum er. Soleiðis segði venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen um Golden League, men evropameistarakappingin í januar er stóra málið.

 - Vit vilja fegnir gera eitt so gott avrik, sum gjørligt, og gjarna vinna, um møguleiki verður fyri tí, men tað er ikki tað, sum hevur størstan týdning. Tað er, at vit fáa vant tað, sum vit skulu brúka í januar, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.

Føroyski hópurin kom til Tróndheim í gjár, og býr saman við hollendska, norska og danska landsliðshópunum.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572