Golden League: Gidsel og co. ov sterkir fyri Føroyar

Golden League: Gidsel og co. ov sterkir fyri Føroyar
Mathias Gidsel, Emil Nielsen og hinir vístu, hví teir eru heimsins sterkasta lið, tá Føroyar taptu dyggiliga fyri Danmark í seinasta dystinum í Golden League-kappingini
Hákun West av Teigum var dagsins maður hjá Føroyum í 39-24 stórtapinum fyri Danmark í Golden League
Mynd: Ole Martin Wold/NTB/Ritzau Scanpix  
 
02.11.2025 - 14:31

Føroyar taptu dyggiliga ímóti Danmark í seinasta dystinum í Golden League-kappingini, sum hevur verið í Tróndheimi síðstu dagarnar.

Mathias Gidsel skoraði og skoraði, Emil Nielsen bjargaði og bjargaði og sum heild vístu danir tað styrkina, sum ger, at teir síðstu árini hava verið mestsum einaráðandi í altjóða manshondbólti.

Serliga málkátir vóru danir í fyrra hálvleiki, sum endaði 22-13. Føroyingarnir høvdu avbjóðingar í álopsspælinum, og tá teir tíðum spældu seg ígjøgnum, vóru skotini ikki nóg góð, og so líðandi tók Barcelona-málverjin mótið frá skjúttunum.

Hin einasti, sum sá út til at hava eina lítla yvirvág ímóti Emil Nielsen, var Hákun West av Teigum, sum eisini var kosin besti føroyski spælarin í ríkisuppgerðini. Vongurin skoraði seks ferðir av høgra veingi - eisini frá nærum deyðum vinkli - og eina ferð við brotskasti, men tvær ferðir ímóti endanum mátti eisini hann sanna, at danski málverjin man vera heimsins bestu í løtuni.

Seinni hálvleikur var kanska heldur betri enn fyrri, og dysturin endaði 39-24.

 


Mathias Gidsel var sum ikki einaferð stórspælandi fyri Danmark, og føroyska verjan fekk ongantíð tamarhald á heimsins besta. (Ole Martin Wold/NTB/Ritzau Scanpix)

 

Verjuspælið haltar móti teimum bestu

 - Eg haldi, at eg lærdi okkurt. Vit byrja dystin væl, men fyrri hálvleikur er merktur av, at vit tapa 7-0 í útvísingum. Vit verða trýstir í  botn ímóti heimsins besta liði, men vit mugu gleðast um, at fleiri ting hóast alt eydnaðust, segði venjarin Peter Bredsdorff-Larsen við TV2 Sport eftir dystin.

 - Vit mangla framvegis nakað í, at spæla verjuspæl ímóti teimum allarbestu. Eg vil helst hava, at menniskju fáa uppgávur, sum hóska til teirra eginleikar, og har knípur tað kanska eitt sindur í hesum føri. Men vit gera alt fyri at blíva betri, segði venjarin. 

Mathias Gidsel, sum var dagsins spælari og toppskjútti hjá dønum, gleddist um, at samspælið í bakketuni riggaði væl.

 - Næstu ferð vit hittast, er tað til EM. Eg helt, at vit fingu brotið kotuna í dag við Thomas (Arnoldsen, blaðm.) og (Simon, blaðm.) Pytlick. Vit tosaðu væl ígjøgnum allan dystin, sum eg helt vera heilt góðan, segði liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum úr Füchse Berlin.

Føroyar taptu allar tríggjar dystirnar í Golden League. Fyrst tepurt 30-29 fyri Hollandi, síðan 34-26 fyri Norra og sunnudagin 39-24 fyri Danmark. Tíðliga í januar vitjar Italia við Tjarnir, har tveir venjingardystir vera, áðrenn EM-endaspælið byrjar við bólkaspælið í Oslo.

 

Danmark - Føroyar, 39-24 (22-13)
 

Málskjúttar, Føroyar: Hákun West av Teigum 7 (1), Ísak Vedelsbøl 3, Teis Horn Rasmussen 3, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Óli Mittún 2, Allan Norðberg 2, Vilhelm Poulsen 1, Rói Berg Hansen 1

 


Trongstøða: Óli Mittún roynir at troka seg framvið donsku verjuni í stórtapinum fyri Danmark í Golden League (Mynd: Ole Martin Wold/NTB/Ritzau Scanpix)

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797