Viðmerkjari: Árni skaraði framúr í kapping uttan oddastríð

Viðmerkjari: Árni skaraði framúr í kapping uttan oddastríð
Árni Frederiksberg úr KÍ skaraði framúr í eini kapping, sum enn einaferð vantaði veruligt stríð um føroyameistaraheitið
04.11.2025 - 11:00

Árni Frederiksberg skaraði framúr fyri suverena føroyameistaraliðið KÍ í eini landskapping, sum eins og undanfarin ár vantaði veruligt stríð um gullið.

Tað segði Tróndur Arge, sum vitjaði í 3-2 í gjárkvøldið. Fótbóltsviðmerkjarin helt eisini, at Odmar Færø hevði verið besti verjuspælarin í kappingini, saman við Gaston Tellechea, sum var millum tey bestu síðsta summar.

Eitt annað væleydnað keyp var heimkoman hjá landsliðsmiðvallaranum Brandi H. Olsen. NSÍ-maðurin er ein "sum tú betalir pengar fyri at hyggja at", segði Tróndur Arge.

 

Einki stríð um gullið

Kappingarárið líktist annars teimum, vit hava sæð síðstu árini. Einki veruligt FM-stríð hevur verið síðan 2019, tá B36 og KÍ hittust í sonevnda gulldystinum í síðsta umfari, sum klaksvíkingar vunnu.

Árið eftir vann HB sannførandi, síðan KÍ í trý ár á rað, áðrenn Víkingur fór avstað við gullinum í fjør. Hetta ger, at fólk mugu leita eftir spenningi aðrastaðni í kappingini. Um 2. plássið, 4. plássið og í niðurflytingarstríðnum, sum hóast alt hevur verið spennandi ferðir.

 - Vit skulu kanska finna upp á okkurt við einum deildarspæli ella meistaraspælið. Fyrrenn vit fáa tað, vænti eg, at vit koma at síggja nógvar dystir, har annað liðið er nokkso stórur favorittur, segði viðmerkjarin, sum annars er konservativur og vanliga talar fyri klassisku landskappingini, har øll spæla ímóti øllum úti og heima.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688