Trump fær helst friðarheiðursløn frá FIFA

Trump fær helst friðarheiðursløn frá FIFA
Altjóða fótbóltssamgongan hevur stovnað sínu egnu friðarheiðursløn, og vinnarin verður kosin 5. desember
FIFA-forsetin, Gianni Infantino, og amerikanski forsetin, Donald Trump, eru vinmenn.
Mynd: Sky News  
 
06.11.2025 - 15:39

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fær eftir øllum at døma sína friðarheiðursløn, sum hann leingi hevur tráað eftir.

Tað verður ikki friðarheiðursløn Nobels, hon var latin Maria Corina Machado úr Venesuela í síðsta mánaði, men helst verður tað nýggja friðarheiðurslønin hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA

FIFA-forsetin, Gianni Infantino, kunngjørdi í gjár, at FIFA fyri fyrstu ferð fer at lata sína egnu friðarheiðursløn. Formliga eitur hon «Fifa Peace Prize - Football Unites the World».

Vinnarin verður kosin 5. desember í Washington DC, tá lutakastið til HM-endaspælið í USA, Kanada og Meksiko næsta summar, verður.

Sambandið millum FIFA-forsetan og amerikanska forsetan er gott.

Donald Trump nevndi Gianni Infantino í setanartalu síni, og teir hava hitst fleiri ferðir síðani, og hava higartil bara gott at bera hvørjum øðrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050