Forstjórin og tíðindastjórin í BBC farin úr starvi

Forstjórin og tíðindastjórin í BBC farin úr starvi
Tim Davie, fráfarandi forstjóri, viðgongur, at mistøk eru gjørd í dokumentarsending um Donald Trump og álopið á kongressina í januar 2021
Bretska kringvarpið er komið í andglettin fyri eina dokumentarsending um Donald Trump og álopið á amerkansku kongressina.
Mynd: Henry Nicholls/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.11.2025 - 09:25

Forstjórin í bretska kringvarpinum, BBC, Tim Davie, og tíðindastjórin, Deborah Turness, boðaðu í gjár bæði alment frá, at tey siga seg úr starvi.

Orsøkin er ákoyringarnar ímóti Panorama-dokumentarinum um Donald Trump, sum hevur heitið "Trump: A Second Chance?".

Sendingin snúði seg um hendingarnar 6. januar 2021, og tað er serliga útleggingin av røðuni hjá Donald Trump, tá fráfrandi forseta, beint áðrenn viðhaldsfólk hansara gjørdu innrás í kongressina.

Í veruleikanum segði Donald Trump upprunliga: "Vit fara at ganga ímóti Capitol, og har fara vit at heppa á okkara djørvu senatorar og kongresslimir og kongresskvinnur.", men í dokumentarinum sigur hann: "Vit fara at ganga ímóti Capitol, og eg skal vera har við tykkum, og vit fara at stríðast. Vit fara at stríðast sum bara fjandin."

 

Tim Davie (Mynd: Hannah Mckay/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Ikki samanhangandi setningur

Trupulleikin er bara, at hetta var ikki ein samanhangandi setningur ella nakrir samanhangandi setningar, tí í veruleikanum gingu tað meira enn 50 minuttir millum orðingarnar, skrivar The Telegraph, sum hevur nærlisið sendingarnar eftir at hava fingið skjøl, sum fýlast á, at BBC hevur sent manipulerað tilfar.

Ákoyringarnar móti BBC í seinastuni hava verið serstakliga harðar, og í gjár gjørdu so bæði forstjórin og tíðindastjórin av at leggja frá sær.

- Mistøk eru gjørd, og sum kringvarpsstjóri má eg taka ta endaligu ábyrgdina, skrivaði Tim Davie, forstjóri, í fráfaringarskrivinum.

Talan var annars ikki um eina framleiðslu, sum BBC sjálvt hevði gjørt. Tað var October Films Ltd., sum er eitt kent framleiðslufelag, sum hevði gjørt sendingina, men hon var send á BBC.

 

Deborah Turness. (Mynd: Jack Taylor/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Trump lammar til

Amerikanski forsetin, Donald Trump, lammar nú til bretska public-service miðilin, BBC.

Atfinningarnar koma, eftir, at stjórin og tíðindaleiðarin, Tim Davie og Deborah Turness, í gjár søgdu seg úr størvum sínum, eftir ákærur um partískan tíðindaflutning og brot á redaktionell krøv.

- Tey ovastu fólkini í BBC, teirra millum stjórin, Tim Davie, siga øll upp, tí tað er avdúkað, at tey hava falsað mína annars sera góðu, ja í grundini lýtaleysu røðu, sum eg helt 6. januar, skrivar Trump á miðli sínum, Truth Social.

Í sama viðfangi takkar hann bretska blaðnum, The Telegraph, fyri at hava avdúkað korruptu tíðindafólkini, sum hann málber seg.

Í einari grein í The Telegraph, sum byggir á eitt varskógvaraskriv, verður sagt, at BBC í einari dokumentarsending klipti eina røðu hjá Trump, so tað sá út, sum hann beinleiðis eggjaði til álopið á Kongressina 6. januar í 2021.

Ill Trump viðhaldsfólk framdu harðliga álopið á Kongressina í royndunum at forða fyri, at valsigurin hjá Joe Biden varð staðfestur.

Ófriðakroppar brutu inn í kongressbygningin, og tað elvdi til ruðulleika og til at fleiri fólk lótu lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
203980
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882