Eitt forsetavalumfar í Kili aftrat

Eitt forsetavalumfar í Kili aftrat
Hvørki av forsetavalevnunum fekk nóg mikið av atkvøðum at verða valt í fyrra umfari
Stjórnin stuðlar Jeanette Jara, sum er fyrrverandi ráðharri.
Mynd: Pablo Sanhueza/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.11.2025 - 08:42

Forsetin í Kili, Gabriel Boric, boðaði í gjárkvøldið frá, at Jeannette Jara, sum umboðar vinstravongin, og José Antonio Kast, sum umboðar høgravongin, skulu út í enn ein valdyst.

Tá helmingurin av atkvøðunum var taldur upp, var greitt, at hvørgin teirra fóru at fáa meira enn 50 prosent av atkvøðunum, sum skulu til fyri at vinna longu í fyrsta umfari.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Sitandi stjórn stuðlar Jeannette Jara, sum er fyrrverandi ráðharri.

 

José Antonio Kast er forsetavalevni hjá vinstraveinginum. (Mynd: Rodrigo Garrido/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Valskylda

Í báðum legum vóru tey fegin um, at tey eru komin víðari til annað umfar.

Hetta er fyrsta valið í Kili, har tað er skylda at fara á val, og har allir veljararnir eru skrásettir.

Tað hevur havt við sær, at 15,7 milliónir fólk hava verið á vali.

Slakar 20 milliónir fólk búgva í Kili.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375