Liðskiparin: Deiligt at vera komin upp á pláss

Liðskiparin: Deiligt at vera komin upp á pláss
Pernille Brandenborg er glað fyri at HM-bíðitíðin endiliga er av, og landsliðið er komið upp á pláss í Trier. Í morgin er Montenegro á skránni
25.11.2025 - 11:19

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu ikki bíða longri. HM-endaspælið byrjar á vøllinum í morgin, har Montenegro bíðar, men landsliðið er komið upp á pláss í Trier, har tað fyrireika seg av øllum alvi til fyrsta dystin.

 - Tað er deiligt, vit hava glett okkum nógv, staðfestir liðskiparin Pernille Brandenborg.

 - Vit hava ment okkara spæl eitt sindur í heyst, og tí er ymiskt, sum skal upp á pláss og minnast til, sigur strikuspælarin úr Storhamar. 

Mótstøðuliðið í morgin er ikki fremmant. Føroyar taptu fyri teimum í EM-undankappingardysti við Tjarnir fyri kortum, og bæði liðini hava ivaleyst úr at gera við at hyggja at tí dystinum fyri at fyrireika seg sum fragast.

 - Vit spæla ein góðan dyst tá, og fara til hálvleiks við javnleiki. Tað verður so eitt sindur torførari í seinna hálvleiki. Eg vóni, at vit kunnu gera okkurt líknandi aftur - kanska eitt veit betri - tí nú hava liðini royndir við hvørjum øðrum. So hetta er ein roynd um, hvør fær mest burturúr teimum lærupengunum, sigur Pernille Brandenborg.

Hon telist millum royndastu spælararnar á liðnum, men viðgongur, at HM-nervarnir eru farnir at gera um seg, og at tað er neyðugt at stýra kenslunum.

Føroyar spæla ímóti Montenegro í annaðkvøld klokkan 19.30. Kringvarpið byrjar at senda klokkan 18.50.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786