Jens: Snara fokusið ímóti Spania-dystinum

Jens: Snara fokusið ímóti Spania-dystinum
Misnýttu kjansirnir fyltu nógv í umrøðuni av Montenegro-dystin, og í landsliðsleguni tosa tey sjálvandi eisini um hetta, men fokusið er longu snarað ímóti Spania-dystinum
27.11.2025 - 12:28

Misnýttu kjansirnir fyltu nógv í umrøðuni av tapinum fyri Montenegro, og í landsliðsleguni hevur júst tað eisini verið uppi at venda.

Men fokusið er longu snarað yvir á dystin í annaðkvøld, tá Spania er á skránnið. 

 - Til dagin í gjár handlaði alt um Montenegro-dystin, men vit avsluttaðu hann í gjár orkursvegna, og nú vit møta til morgunvenjing, er bert ein dystur á skránni. Tað er dysturin móti Spania, sigur Jens á Skipagøtu, sum er málverja- og mentalvenjari hjá landsliðnum.

 - Tað hendir næstan av sær sjálvum. Tað er kanska onkur einstakur leikari, sum tú skalt tosa við, sum kanska er eitt sindur harður við seg sjálvan eftir dystin í gjár, men tað gongur eisini yvir, sigur Jens á Skipagøtu.

Føroyar spæla ímóti Spania í annaðkvøld klokkan 19.30. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155