- Ger nú bara tað sum tú dugir

- Ger nú bara tað sum tú dugir
- Ger nú bara tað, sum tú veitst, at tú dugir. Hesin setningurin rungaði í høvdinum hjá Rakul Wardum, sum fann seg sjálva í seinna hálvleiki, og søktu sponsku skjúttarnar
28.11.2025 - 22:35

Tað var ein einfaldur setningur, sum mól í høvdinum á Rakul Wardum ígjøgnum seinna hálvleik av søguliga HM-sigrinum á Spania fríggjakvøldið.

 - Ger nú bara tað, sum tú veitst, at tú dugir. Tað segði málverjin stutt eftir dystin í Trier.

Tað gjørdi hon so í ólukkumát eisini. Eftir ein lakan fyrra hálvleik, har hon ikki bjargaði stórvegis, og eisini kostaði okkurt mál við óneyvum útkastum, var hon ein sannur múrur eftir steðgin.

Hon bjargaði 39 prosentum av skotunum, men talið man vera munandi hægri, um hugt verður at seinna hálvleiki fyri seg.

 - Tað var ein russjibani, tí eg byrjaði rættiliga illa í fyrra hálvleiki, tá eg ikki hevði teir bóltarnar, sum eg skuldi hava, segði Rakul Wardum.

 - So eg fór inn (í seinna hálvleiki, blaðm.) og gjørdi basis... men eg haldi, at eg fann meg sjálva aftur, segði málverjin, sum sjáldan man hava spælt ein so góðan einstakan hálvleik. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672