Nýggjur stjóri leggur dent á heilsu í breiðari merking

Nýggjur stjóri leggur dent á heilsu í breiðari merking
Tá Noomi Oddmarsdóttir Gregersen tekur við starvinum sum stjóri í Heilsustýrinum, verur tað við denti á bæði likamligu, sosialu og sálarligu heilsuna
 
29.11.2025 - 11:17

1. januar í komandi ári tekur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen við sum nýggjur stjóri í Heilsustýrinum.

Og tað verður nýggi heilsupolitikkurin, sum verður grundarlagið í arbeiðnum, sigur hon.

 
1779367

 

Gransking er eitt lyklaorð

Heilsustýrið er sett saman av ymiskum fakbólkum, og skal byggjast á vitan og samstarv, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.

Sjálv hevur hon drúgvar granskingarroyndir, og leggur dent á, at vitanin, sum Heilsustýrið arbeiðir við og kemur út við um fólkaheilsu, altíð er við støði í júst gransking.

 
 
1779367

 

Heilsa í breiðari merking

Tá nýggi stjórin tekur við, verður tað eisini við sjóneykuni á heilsu í breiðari merking, bæði likamliga, sosialt og sálarliga, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.

Og her skal nýggi heilsupolitikkurin vera grundarlagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542