Lív reistist eftir laka úrtøku móti Spania

Lív reistist eftir laka úrtøku móti Spania
Lív S. Poulsen misnýtti allar sínar fýra kjansir ímóti Spania, men vent var í holuni í sigrinum á Paraguai. Serliga gjørdi hon vart við seg fyrstu løtuna við fýra málum
30.11.2025 - 17:09

Eingin kundi loyva sær at vera misnøgdur eftir stóra sigurin ímóti Spania fyrradagin, men um onkur hekk eitt sindur við høvdinum, var tað kanska Lív S. Poulsen.

Vongurin brendi allar fýra kjansirnar ímóti spaniólum, og tí hevði hon kanska eitthvørt at prógva, tá Føroyar fóru á gólvið ímóti Paraguai í dag. Júst tað gjørdi hon eisini við fleiri góðum málum.

Serliga fyrstu løtuna riggaði væl, og hon skoraði fleiri skjótt mál, sum tryggjaðu føroyingunum eina góða byrjan í avgerandi bólkadystinum, sum tær vunnu trygt 36-25. Hon var eisini vald til dagsins spælarar í atkvøðugreiðsluni hjá IHF.

 - Tað er gott. Serliga í mun til mítt avrik seinast, so tað eri eg ordiliga glað fyri, staðfesti høgri vongurin.

 - Eg havi hildið fokus á tað rætta, og so havi eg nakrar liðfelagar, sum spæla meg væl upp, segði Lív S. Poulsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659