Deiligt at sleppa upp í part

Deiligt at sleppa upp í part
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe var ein av teimum, sum fekk kjansin og tók av, tá fyrsta ketan varð spard í sigrinum á Paraguai í dag. - Tað var ordiliga deiligt, segði hon
30.11.2025 - 18:02

Ein av teimum, sum fekk kjansin, tá fleiri vórðu spardar í trygga sigrinum á Paraguai í dag, var Anna Elisabeth H. Weyhe, sum fekk nógvar minuttir á vonginum fyri Rannvá Olsen.

H71-vongurin tók eisini av og gjørdi ikki mætari enn at skora upp á allar fimm skotkjansirnar, sum hon fekk eftir steðgin.

 - Tað  var ræðuliga stuttligt. Ein góður dystur, eg haldi, at allar komu upp í part, og tað er ordiliga deiligt, segði hon eftir 36-25 sigurin, sum tryggjaði Føroyum plássið í miðumfarinum.

 - Sum vongur kemur tú inn og hevur eina uppgávu; at skora, og tað er bara deiligt, tá tað eydnast segði Anna Elisabeth H. Weyhe, sum nú gleðir seg til eina stóra uppgávu í miðumfarinum, har Ísland, Serbia og vertstjóðin Týskland bíða.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025