Zelenskyj sinnaður at hava val í Ukraina

Zelenskyj sinnaður at hava val í Ukraina
Val er bannað við lóg í Ukraina í krígstíð, men forsetin fer nú at biðja tingið um at fyrireika lógaruppskot, sum loyvir vali í krígstíð
Ukrainski forsetin er á rundferð í Evropa í hesum døgum. Í gjár hitti hann pávan í Rom.
Mynd: Simone Risoluti/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.12.2025 - 08:34

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, sigur seg nú vera sinnaðan at skipa fyri vali í næstum, skrivar tíðindastovan Reuters.

Val í krígstíð er annars bannað við lóg í Ukraina. 

Men Zelenskyj, sum hevur sitið við valdið í fimm ár, sigur, at hann fer nú at biðja ukrainska tingið um at fyrireika lógaruppskot, sum loyvir vali í krígstíð.

- Eg eri til reiðar til val, og eg biði um, at USA hjálpir mær - kanska saman við evropeisku starvsfeløgunum - at veita trygd fyri valinum, so tað kann haldast innan fyri næstu 60 til 90 dagarnar, sigur Zelenskyj, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Trump vil hava val

Boðini frá ukrainska forsetanum koma í kjalarvørrinum á viðmerkingunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum í samrøðu við politiska miðilin, Politico, í gjár segði, at ukrainska stjórnin skal gevast við at brúka kríggið sum umbering fyri at sleppa undan vali.

Trump hevur í fleiri umførum sagt, at hann heldur, at val skal haldast í Ukraina. 

Veljarakanningar vísa, at ukrainar eru ímóti vali í krígstíð, men vilja samstundis síggja nýggj politisk andlit. 

Seinasta valið í Ukraina var í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439