Trump: Vit hava brúk fyri Grønlandi av trygdarávum

Trump: Vit hava brúk fyri Grønlandi av trygdarávum
Amerikanski forsetin vísir samstundis aftur, at USA hevur áhuga fyri Grønlandi, tí nógv ráevni eru har
Donald Trump, forseti, hevur tilnevnt serligan sendimann í Grønlandi.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.12.2025 - 10:17

Á tíðindafundi í gjárkvøldið var amerikanski forsetin, Donald Trump, spurdur, hvønn leiklut serliga sendifólkið í Grønlandi skal hava, og um forsetin ætlar, at Grønland skal gerast partur av USA.

- Vit hava brúk fyri Grønlandi av trygdarávum.  Fólkatalið er lítið. Danmark brúkar ongar pengar.Tey hava onga hernaðarliga verju. Tey siga, at Danmark var har fyri 300 árum síðani, og okkurt um ein bát, men eg eri vísur í, at vit eisini vóru har við báti. So vit mugu finna eina loysn. Hann, Jeff Landry, er spentur ... Grønland er partur av amerikonsku trygdini, segði Trump á tíðindafundinum.

Trump sýtti samstundis fyri, at hann vil hava Grønland, tí ráevni eru í landinum.

- Vit hava tørv á nationalari trygd, ikki ráevnum. Vit kunnu fáa ráevni og olju nógva aðrastaðni. Einki annað land í heiminum hevur meira olju enn vit, segði forsetin eisini á tíðindafundi í gjárkvøldið.

 

Troels Lund Poulsen. 

 

Verjumálaráðharrin í øðini

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, er í øðini, nú Trump enn einaferð rør fram undir, at Grønland skal gerast partur av USA. 

- Vit eru noydd at siga sum er: Tað kann als ikki góðtakast, at USA tilnevnir eitt serligt sendifólk fyri Grønland, sum sigur, at setningurin hjá sær er at gera Grønland til part av USA, sigur Troels Lund Poulsen í skrivligari fráboðan til TV2.

- Grønland avger sjálvt sína framtíð. Og vit skulu í minsta lagi vænta av USA, at tað virðir økisrættarliga integritetin hjá kongsríkinum, skrivar danski verjumálaráðharrin.

Berlingske endurgevur fyrrverandi danska løgmálaráðharran, Søren Pind, fyri at siga, at fráboðanin hjá Trump eigur at fáa Nato til at kalla saman til fundar sambært grein 4 í Natosáttmálanum. 

Henda greinin sigur, at NATO-londini hittast at umrøða støðuna, um eitt NATO land kennir seg hótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Leygardag 3. januar
PLÁTUPANELIÐ #36 (1991)
202206
Leygardag 3. januar
Jambalaja - 030126
202205
Leygardag 3. januar
Upp á tá - 020126
202204
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132