Framleiðslukostnaðurin í alivinnuni minni í ár enn í fjør

Framleiðslukostnaðurin í alivinnuni minni í ár enn í fjør
Framleiðslukostnaðurin verður brúktur til at áseta tøkugjaldið hjá alivinnuni 
Framleiðslukostnaður er rávørur og hjálpartilfar, goymslubroytingar, aðrir uttanhýsis kostnaðir og starvsfólkakostnaður. (Savnsmynd)
 
02.01.2026 - 07:51

Miðal framleiðslukostnaðurin hjá alivinnuni er uppgjørdur at vera 44 krónur og 18 oyru fyri kilo í ár. 

Tað kunnger Tilfeingis- og Vinnumálaráðið.

Hann er tí 59 oyru minni enn hann var í fjør. 

Framleiðslukostnaður er rávørur og hjálpartilfar, goymslubroytingar, aðrir uttanhýsis kostnaðir og starvsfólkakostnaður.

 

Brúktur at áseta tøkugjaldið

Frá 1. oktober til 31. desember í 2024 var miðal framleiðslukostnaðurin 51 krónur og 71 oyru.

Hann var 52 krónur og 37 oyru frá 1. apríl til 1. oktober í 2024.

Framleiðslukostnaðurin verður brúktur til at áseta tøkugjaldið hjá alivinnuni. 

Framleiðslukostnaðurin skal takast av miðal altjóða laksaprísinum, áðrenn tøkugjaldið verður sett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533