Flestu nýggju bilar í Noregi eru elbilar

Flestu nýggju bilar í Noregi eru elbilar
Bilsølan sett met í fjør, og 95,5 prosent vóru elbilar
Tilsamans vóru seldir 179.549 bilar í Noregi í fjør, sum er met, og 95,5 prosent vóru elbilar. (Savnsmynd)
 
02.01.2026 - 14:36

Nærum allir nýggir bilar, sum vóru seldir í Noregi í fjør, vóru elbilar. 

Tilsamans vóru seldir 179.549 bilar í fjør, sum er met, og 95,5 prosent vóru elbilar, skrivar NRK. 

Í 2024 vóru 88,9 prosent av øllum nýggjum bilum í Noregi elbilar.

At bilsølan setti met í fjør, kemst m.a. av, at eitt nýtt meirvirðisgjald kom í gildi á nýggjárinum. Tað dýrkar elbilar 50.000 norskar krónur.

Umleið fimti hvør nýggjur bilur er av slagnum Tesla, sum er best umtókti bilur í Noregi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129