Kavi darvar flogferðslu í Amsterdam

Kavi darvar flogferðslu í Amsterdam
700 flogferðir eru útsettar ella avlýstar
Nógvur kavi er lagstur í Sciphol-floghavnini í Amsterdam.
Mynd: Koen Van Weel/AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.01.2026 - 11:47

Kavi darvar flogferðsluna í Schiphol floghavnini í Asmterdam í Hollandi, og sambært AFP eru 700 flogferðir útsettar ella avlýstar.

Schiphol er fjórða størsta floghavn í Evropa, og fleiri túsund ferðafólk eru rakt. 

Danska kringvarpið skrivar, at ein annar trupulleiki er, at evni, sum verða brúkt at ísbræða flogfør í floghavnini, eru farin at ganga undan. 

Nógvur kavi er eisini í Fraklandi, og franski flutningsmálaráðharrin sigur, at  í minsta lai 100 flogferðir eru raktar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129