Skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti

Skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti
Tað er avleiðingin av einum ferðsluóhappi á Oyggjarvegnum. Bilurin var stolin
 
09.01.2026 - 08:06

Politiið hevur nú skuldsett ein ungan mann fyri at koyra uttan at hava koyrikort.

Tað er avleiðingin av einum ferðsluóhappi á Oyggjarvegnum 30. desember í fjør.

Tríggir menn, allir yngri enn 18 vóru, vóru í bilinum, sum var stolin.

Óhappið var klokkan hálvgum eitt um náttina.

Menninir fóru á Landssjúkrahúsið.

Men teir sluppu væl, ti bilurin, ein lítil bussur, fór heilt illa, sigur politiið.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006