45 mótmælisfólk deyð í Iran

45 mótmælisfólk deyð í Iran
Fleiri túsund fólk mótmæla í gøtunum í Teheran og í nógvum øðrum býum
Eldur eru í fleiri bygningum í Teheran.
Mynd: Social Media/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.01.2026 - 15:46

12. dagin á rað mótmæla fólk í Teheran prestastýrinum í Iran. 

Mannarættindafelagsskapir siga, at í minsta lagi 45 mótmælisfólk eru deyð seinastu vikurnar.

Fleiri túsund fólk mótmæla í gøtunum í Teheran og í nógvum øðrum býum í Iran.

DR skrivar, at mótmælt verður nú í 46 býum. Eldur eru í fleiri bygningum í Teheran.

Fólk mótmæla ógvusliga prísvøkstrinum, men nú hoyrast eisini fleiri herróp, sum t.d. "Deyði yvir islamisku republikkina".

Ovastin í prestastýrinum, Ali Khamenei,ayatollah, hevur sitið við valdið síðani 1989.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037