Leivur og Hákun toppskjúttar í málveitslu við Tjarnir

Leivur og Hákun toppskjúttar í málveitslu við Tjarnir
Leivur Mortensen og Hákun West av Teigum skutu sjey mál í part í 38-34 sigrinum á Italia, har fleiri vístu seg fram í álopinum. Sí øll málini hjá Leivi her
11.01.2026 - 20:41

Leivur Mortensen og Hákun West av Teigum vístu, at teir hava stillað sær siktið áðrenn EM-endaspælið, sum byrjar fríggjakvøldið við dysti ímóti Sveis.

Føroysku vengurnir skutu sjey mál í part í 38-34 sigrinum á Italia við Tjarnir og vóru toppskjúttar á degnum á einum liðið, sum annars býtti tey mongu málini nokkso javnt ímillum spælararnar. 

Vinstri vongurin stendur vanliga eitt sindur í skugganum av Bundesligastjørnuni á hinum veinginum, men hevur verið rættiliga tryggur á landsliðnum í fleiri ár. Soleiðis var eisini sunnukvøldið, har hann bert misnýtti eitt skot; eitt av tveimum brotskøstum, sum hann fekk ábyrgdina av eftir stegðin.

Akslaskaðin helt framvegis Eliasi Ellefsen á Skipagøtu uttanfyri, men Pauli Mittún, Bjarni í Selvindi og Rói á Skipagøtu spældu allir væl í føroyska álopinum. Teir skutu ávíkavist fimm, fýra og tvey mál og áttu fleiri góð upplegg til bæði vengur og striku.

 

Føroysku málskjúttarnir: Hákun West av Teigum 7 (1), Leivur Mortensen 7 (1), Ísak Vedelsbøl 5, Pauli Mittún 5, Teis Horn Rasmussen 4, Bjarni í Selvindi 4, Vilhelm Poulsen 3, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Óli Mittún 1

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571