Glaðir fjepparar í Oslo

bannari
Glaðir fjepparar í Oslo
Veitsluhøllin á Clarion var í gjárkvøldið leigað út til føroysku hondbóltsfjeppararnar
 
16.01.2026 - 10:16

Føroyska innrásin í Oslo er nú at kalla fullkomin. 

Einir 6.000 føroyingar úr øllum heraðshornum eru nú komnir til norska høvuðsstaðin við flogfari ella við Norrønu at stuðla føroysku hondbóltsmonnunum, sum í kvøld spæla sín fyrsta dyst í EM-endaspælinum.

800 av fjepparunum búgva á einum og sama gistingarhúsi, Clarion, í hjartanum av Oslo. Har er manningin hjá Kringvarpinum eisini stødd. 

Longu í gjárkvøldið var gott lív í veitsluhøllini á Clarion.

Hølini vóru leigað til føroysku hondbóltsfjeppararnar, sum tóku sær av løttum og hugnaðu sær saman.

Kringvarpið var við og prátaði við fleiri fjepparar, sum vóru komnir til norska høvuðsstaðin. 
 

1788663

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334